Tann nýggi Akraberg hjá reiðarínum Framherja siglir nú heim eftir fiskiskap í Barentshavinum, og verður hann í Føroyum einaferð hósdagin.
Hetta skrivar Eysturoyarportalurin, ið hevur tosað stutt við skiparan um millum annað veiðuna.
- Veðrið er keðiligt í løtuni, sigur skiparin Erland Olsen úr Rituvík. Hann sigur, at teir hava fiskað gott 880 tons av toski og hýsu, heysað og kruft.
Heimasíðan eyp.fo skrivar, at hetta er samstundis seinasti túrur hjá Erlandi Olsen, sum er skipari á Akraberg. Hann er blivin 71 ár og sigur, at nú er lagaliga løtan at rigga av.
Nýggi Akraberg kom í føroyska flotan fyrr í ár - hann stevndi inn á Fuglafjørð í august. Tá skipið fer avstað aftur í 2023, verður tað við Eyðuni á Bergi sum skipara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald