2024-08-10 09:05
Fagraberg hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Talan er um góðan makrel, sum skipini fáa, sum liggur um 600 gramm í miðal.
Fagraberg fór aftur til fiskiskap tá ið skipið hevði landað.
Svartkjaftur landaður til Havsbrún
Uppsjóvarskipið Hoyvík hevur landað knapt 1.500 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði.
Hoyvík hevur partrolað eftir svartkjafti saman við Ran, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald