- Vit koma úr Norra og farmurin er sandur, grús og tveir frítíðarbátar. Sandurin skal til Leirvíkar, og skervurin verður lagdur upp her í Fuglafirði.
Tað segði Martin Thomassen, skiparin, á Hav Streym, sum í fríggjakvøldið kom á Fuglafjørð.
- Í ár hava vit fleiri ferðir havt bæði tveir og tríggjar frítíðarbátar við úr Norra. Tað eru bátar í ymiskum støddum og sniðum. Onnur skip hjá reiðarínum, hava eisini havt bátar við til Føroyar. Norska krónan er lá, so tað ávirkar óivað keypihugin hjá føroyingum, sigur hann.
- Tað er ikki nógv arbeiði av bátunum, tí vit taka bátarnar umborð við gravmaskinuni á dekkinum og seta teir niður í eitt hol, vit hava gjørt í sandin. Tað er bæði nemt, skjótt og trygt. Tá vit so koma til Føroyar, hiva vit teir uppaftur við maskinuni og seta teir á sjógvin ella á bryggjuna, alt eftir, hvat eigarin ynskir, sigur Martin Thomassen.
- Vit fara beina kós yvir aftur til Norra eftir skervi til goymsluna hjá reiðarínum, sum nú er flutt til Søldarfjarðar. Tá vit so hava verið í Søldarfirði, skulu vit aftur til Norra eftir mjøli, gluten og øðrum og sigla tað upp til Myre, sigur Martin Thomassen.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og tíð var bæði til prát, drekkamunn, bíbliuorð og bøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald