Innanlands

Fer nú á rækjuveiðu

Akraberg kom aftur til Føroya fríggjakvøldið, og leggur eftir ætlan frá landi í kvøld

Erland Olsen, skipari á Akrabergi (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Erland Olsen, skipari á Akrabergi (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-02-19 19:19 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Fríggjakvøldið kom frystitrolarin Akraberg aftur úr norska partinum av Barentshavinum við umleið 900 tonsum, harav meginparturin var toskur. Eyðun á Bergi var skipari.

Gongst eftir ætlan, so fer Akraberg aftur til fiskiskap í kvøld. Hesuferð hava teir tikið rækjutrolini umborð, tí ætlanin er at fara á rækjuveiðu í russiskum sjógvi.

- Í fjør gjørdi skipið tveir rímiliga góðar og skjótar túrar eftir rækjum í russiskum sjógvi. Tá royndu vit heilt eystur ímóti Novaya Semlya. Vit vóna aftur í ár at kunna gera tveir túrar eftir rækjum, sum er eitt ískoyti til skiparaksturin, nú toskakvotan er minkað, sigur Erland Olsen, sum verður skipari komandi túr.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

17 mans vera við Akrabergi og ein russiskur eftirlitsmaður. Tað er eitt krav tá fiskað verður í russiskum sjógvi. Rækjurnar vera frystar í blokkar á umleið 20 kilo. Skipið tekur gott 700 tons av rækjum.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag og heilsaði uppá nakrar av manningini, sum vóru í holt við at gera skipið klár at sigla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder