Uppsjóvarskipini Slættaberg, Jupiter, Hoyvík, Fram, Arctic Voyager og Christian í Grótinum standa øll á sølulista.
Nýggjasta skipið á listanum er Christian í Grótinum, sum kom á sølulistan fyrr í vikuni, og upplýst var í vikuni, at skipið stendur á sølulista fyri at kanna um áhugi er fyri skipinum. Christian í Grótinum stendur til sølu fyri 125-130 milliónir krónur.
Les eisini: Christian í Grótinum á sølulista - kanna um áhugi er fyri einum skipi frá 2002
Christian í Grótinum (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Skipini Slættaberg og Jupiter eru bygd í 1995 og 1994. Jupiter stendur til sølu fyri 40 milliónir krónur, meðan øll boð eru vælkomin uppá Slættaberg, sum varð avloystur av Norðingi í januar í 2016, og ikki hevur verið í vinnu síðan.
Slættaberg (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Jupiter (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Skipini Arctic Voyager og Fram, sum reiðaríið Jókin í Hvalba eigur, standa eisini eisini á sølulista.
Arctic Voyager, sum er bygdur í 1997 stendur fyri 48,1 milliónir krónur, meðan øll boð eru vælkomin uppá Fram, sum er skrásett í Vestmanna. Fram er bygt í 1989.
Arctic Voyager (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Fram (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Havnin hevur eitt uppsjóvarskip skrásett í flotanum, og er tað reiðaríið Thor í Hósvík, sum eigur Hoyvík, sum eisini stendur á sølulista.
Hoyvík stendur til sølu fyri 22 milliónir krónur, og tað er serstaka við Hoyvík, í mun til hini skipini, er at í lýsingini stendur, at skipið kann latast keyparunum beinanvegin, um keyparin ynskir tað.
Hoyvík (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald