- Tað eru fleiri ár, síðani vit fingu so stóran upsa sum í ár. Støddin hevur verið, tað vit kalla eittarar og tveyarar, har eittarin liggur omanfyri sjey kilo. Men tíverri hevur einki upsarok verið, hóast vit eru í bestu upsatíð beint nú. Tí haldi eg ikki, útlitini eru góð hjá upsaflotanum.
Tað sigur Jørmund Olsen, skipari, á Polarhav, sum samtrolar við Stjørnuna.
(Á myndini eru David, Jørmund og Tony)
- Vit hava 165 tons hendan túrin, og tað er ein brúkiligur túrur. Men hugsi eg aftur á tíðina, tá hesi skipini vóru nýggj frá 2005-2007, tá fingu vit ofta uppí skipini í fimm dagar. Nú royna vit ofta í 7-10 dagar og hava ikki fulla last, so tað er ikki sami fiskiskapur, hóast nógv færri skip royna eftir upsa nú enn tá. Tíbetur er prísurin væl betri nú enn tá, hóast hann ikki er góður. Nú fáa vit umleið fimm krónur fyri smáa upsan og níggju fyri tann størsta, meðan vit í 2005 fingu eina krónu fyri smáa upsan og tvær fyri tann stóra, um eg minnnist rætt, sigur hann.
- Hendan túrin hava vit roynt eystanfyri og hava 560 kør. Meginparturin er upsi, men so hava vit eisini 70 kør av góðum toski, og tosk hava vit fingið nakað av síðstu tvey árini, hóast vit royna á upsaleið. Vit gera vantandi tveir túrar afturat eftir upsa, so fara vit á gullaksaveiðu umleið fyrsta apríl, sigur Jørmund Olsen.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár, tá skipini landaðu til Kósina í Klaksvík. Tíð var bæði til prát, drekka, Guds orð og bøn. Skipini fóru avstað aftur í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald