2018-09-23 21:17
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom á Tvøroyri í gjárkvøldið, har teir skulu landa.
Finnur Fríði, sum hevur verið á makrelveiðu, hevur 400 tons av makreli, sum teir landa til uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic á Tvøroyri.
Upplýst verður, at talan er um minni makrel, enn skipini hava fingið seinastu tíðina, og at makrelurin nú flytur seg spakuliga úr føroyskum sjógvi.
Tá ið teir hava landað, fara teir aftur á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald