2019-02-21 10:02
Finnur Fríði, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu, byrjaði at landa til Havsbrún klokkan seks í morgun.
Upplýst verður, at teir hava umleið 2500 tons av svartkjafti, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi.
Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fiskaolju, og lýsi, og síðan víðari virkaður til fóður.
Føroysku svartkjaftaskipini royna bæði í altjóða sjógvi, og í ES sjógvi í løtuni, og hava tey hampiligan fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald