2023-06-19 22:16
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði landar í løtuni 800 tons, har størsti parturin av veiðuni er makrelur, til Varðan Pelagic.
Finnur Fríði hevur verið á makrelveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi og fiskiskapurin hevur verið góður.
Makrelfiskiskapurin hevur nú av álavara tikið seg upp í føroyskum sjógvi, og nakrar makrellandingar hava eisini longu verið.
Jupiter landaði í gjár yvir 1.000 tons, og Arctic Voyager er eisini komin inn við eini makrellast.
Makrelskipini fiska í løtuni eystanfyri í føroyskum sjógvi, og sum skilst, er talan um góðan fiskiskap í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald