2020-12-07 10:22
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom í morgun á Tvøroyri, har teir skulu landa svartkjaft.
Finnur Fríði hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og hava 1150 tons av svartkjafti við til lands, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.
Finnur Fríði hevur roynt at leita eftir makreli eisini, men eingin makrelur er at síggja í føroyskum sjógvi enn.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald