2020-11-30 21:01
Uppsjóvarskipið Finnur Fríði kom á Tvøroyri í dag, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu undir Føroyum, og hava fingið góð 800 tons av svartkjafti, sum teir landa til Varðan Pelagic.
Svartkjafturin verður landaður til matna, og ikki til ídna, sum hann verður í Fuglafirði.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald