376.792 krónur í miðal um dagin. Tað var veiðivirði á tí bátinum, sum kláraði seg best í fiskiskapi á Føroyabanka í fjør.
Talan er um línubátin Klakk, sum brúkti smáar níggju fiskidagar á bankanum, fiskaði 97 tons og avreiddi fyri 3,2 milliónir krónur.
Hetta upplýsir Dennis Holm, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, í svari til skrivligan spurning frá undangongumanninum, Árna Skaale, tingmanni.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin vildi hava at vita, hvussu fiskiskapurin á Føroyabanka hilnaðist, hvørjir bátar veiddu, og hvussu stórt veiðivirðið og miðalvirðið pr. veiðudag var hjá hvørjum einstøkum báti.
Dennis Holm hevur nú givið sítt svar, sum kann lesast á heimasíðuni hjá løgtinginum
12 línuskip í bólki 3 brúktu tilsamans 168 fiskidagar á Føroyabankan í 2022. Samlaða veiðinøgdin var 1.202 tons og samlaða veiðivirðið var 35,7 milliónir krónur.
Skipini vóru Vesturhavið, Klakkur, Jógvan I, Stapin, Kambur, Pison, Polarstjørnan, Kvikk, Jákup B, Eivind, Sandshavið og Núpur.
Tann, ið fiskaði mest var Eivind, sum brúkti 24 fiskidagar og fiskaði 139 tons fyri 3,9 milliónir krónur – eitt miðal á 162.675 krónur pr. dag, nakað væl minni enn Klakkur, sum hevði hægst miðaltal.
Næstbesta miðaltal hevði Jógvan I, sum á 16 fiskidøgum fiskaði 128 tons fyri 4,5 milliónir, ið gevur 284.530 krónur pr. dag. Beint eftir honum kom Stapin, sum á líka nógvum døgum fekk 147 tons fyri 4,5 milliónir, sum gevur 282.733 krónur fyri dagin.
Dennis Holm, landsstýrismaður, upplýsir í svarinum, at øll veiðan í hesum bólki ikki er uppgjørd enn. Talan er um línubát, ið hevur fryst veiðuna, ið tí ikki er seld enn.
Átta útróðrarbátar millum 15 og 110 tons (bólkur 4) brúktu tilsamans 163 fiskidagar á Føroyabanka í fjør. Teir veiddu 902 tons, har veiðivirðið var 20,7 milliónir krónur tilsamans. Tað gevur eitt miðal á 127.225 pr. fiskidag.
Bátarnir vóru Kallanes, Brandur, Bragd, Volunteer, Fiskivarði, Anru, Líðhamar og Norðsøki. Bestu úrtøku pr dag hevði Volunteer, sum á 20 døgum fiskaði 137 tons fyri 3,1 milliónir krónur. Tað gevur 154.870 krónur pr fiskidag.
12 smáir útróðrarbátar undir 15 tons (bólkur 5) brúktu 30 fiskidagar á bankanum. Teir fingu tilsamans 130 tons fyri 3 milliónir krónur. Veiðivirðið í miðal var 100.279 krónur pr. dag.
Bátarnir vóru Stakkavík, Gordrúgvin, Kongavarði, Falkurin, Dalsenni, Petur M., Fagraenni, Elin Jóhanna, Anna Maria, Líraberg, Lilja og Tróstur.
Bestu úrtøkuna hevði Falkurin, sum fekk 21 tons upp á tríggjar dagar. Veiðivirðið var 517.000 krónur, sum gevur 172.391 krónur í miðal fyri dagin.
Dennis Holm sigur í svari sínum at enn er støða ikki endalig tikin til hvussu fiskiskapurin á Føroyabanka verður skipaður í ár. Fyrst skal skipanin í 2022 eftirmetast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald