2022-12-28 09:15
Føroya Fiskimannafelag hevur sín árliga landsfund á Parnassinum í dag, mikudagin 28. desember.
Byrjað verður við morgunmatur klokkan 9:30, og klokkan 10 byrjar sjálvur landsfundurin, har seks mál eru til viðgerðar:
Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári,framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar, val av grannskoðara, ásetan av limagjaldi, upppskot frá stjórn og limum, Annað.
Klokkan 11:30 hevur Petur Steingrund, fiskifrøðingur, framløgu, og eftir døgurða framførir Signar í Homrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald