Innanlands

Fiskiskapurin eftir kongafiski í altjóða sjógvi í Norðurhavi kann byrja 1. juli

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur sent kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir kongafiski í altjóða sjógvi í Norðurhavi til hoyringar

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-05-08 07:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Grundarlagið fyri kunngerðini er eitt NEAFC-uppskot, sum varð samtykt á ársfundinum í november 2023.

Kunngerðin ásetur, at føroysk skip kunnu fiska av eini felagskvotu á 4.139 tons, sum er til øll NEAFC-limalondini. Fiskiskapurin skal sostatt steðga, tá fráboðanir til NEAFC vísa, at fiskifør hjá sáttmálapørtunum samanlagt hava fiskað 4.139 tons í økinum.

Tey fiskifør við veiðiloyvi, sum áður hava haft beinleiðis veiði eftir kongafiski í NEAFC-skipanarøkinum, kunnu luttaka í fiskiskapinum. Talan er um somu skipan, sum hevur verið undanfarin ár.

Fiskast kann í tíðarskeiðinum 1. juli til 1. desember 2024.

Uppskotið til kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir kongafiski í altjóða sjógvi í Norðurhavi í 2024 liggur her.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder