Innanlands

Fiskiskapurin eftir makreli í Føroyum er smáligur

Føroysku uppsjóvarskipini hava smáligan fiskiskap eftir makreli í føroyskum sjógvi í løtuni

Katrin Jóhanna til fiskiskap (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Katrin Jóhanna til fiskiskap (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-09-21 15:52 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Makrelfiskiskapurin er minkaður nakað seinastu tíðina, og nógv tíð er farin til at leita. Eitt av skipunum, sum er á makrelfeltinum er Katrin Jóhanna úr Miðvági.

- Vit hava leitað eitt sindur, men her er smáligt við fiskiskapinum í løtuni, vit høvdu eitt hál í nátt, og tað gav 155 tons, tað er tað, sum vit hava í løtuni, sigur Hjarnar Dalsgaard, skipari.

Í gjár landaði norska uppsjóvarskipið Norderveg í Fuglafirði. Skipið hevði fiskað 650 tons av makreli í norskum sjógvi, og upplýst var, at talan var um góðan makrel, sum skipini fáa í norskum sjógvi.

Hjarnar Dalsgaard hevur eisini frætt at makrelurin er góður í norskum sjógvi, men hann metir at góðskan á makrelinum er uppaftur betri í føroyskum sjógvi.

- Støddin hevur ligið um 480 gramm og uppeftir, men vanligt hevur vektin ligi omanfyri 500 gramm, sigur Hjarnar Dalsgaard við Portalin. 

Á makrelfeltinum eru mest sum bara føroysk skip, tó eru nøkur heilt fá russisk. 

Fiskivinnuavtala er gjørd millum Føroyar og Norra, sum er áljóðandi 10.000 tons. Hetta svarar til at hvørt uppsjóvarskip hevur 800 tons av makreli, sum kann fiskast í norskum sjógvi. Tað sama er galdandi fyri norsk skip í føroyskum sjógvi. 

[object Object](Mynd: Fishfacts.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder