Innanlands

Nýggi Finnur Fríði er fjórði nýbygningurin hjá Varðanum

Nýggi Finnur Fríði er fjórði nýbygningurin, sum Varðin hevur latið bygt

Finnur Fríði (Mynd: Gert Vejen)

Finnur Fríði (Mynd: Gert Vejen)

2024-08-21 18:28 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggi Finnur Fríði kemur til Føroyar um vikuskiftið, har stór mótøka verður fyri skipinum.

Talan er um eitt 88 metrar langt og knapt 17 metrar breitt nýmótans uppsjóvarskip, sum lastar umleið 3.000 tons av uppsjóvarfiski.

Skipið skal fiska makrel, sild, svartkjaft og lodnu, sum eru somu fiskasløg, sum undanfarni Finnur Fríði hevur fiskað seinastu knapt 21 árini.

Sáttmálin fyri nýggja Finn Fríða bleiv undirskrivaður í desember í 2021, og skipið skuldi eftir ætlan latast reiðarínum í januar í ár, tó hava ymsar seinkingar havt við sær at skipið er seinkað nakað, men nú nærkast av álvara til skipið kemur til Føroyar.

Fjórði nýbygningurin hjá Varðanum
Varðin er eitt tað størsta reiðaríið um okkara leiðir tá ið talan er um uppsjóvarvinnuna, og felagið hevur flutt seg langt síðani tað bleiv stovnað í 1985.

Tað vóru menn úr Gøtu, sum tóku stig til at byggja nóta- og trolbátin Trónd í Gøtu, sum varð grundarsteinurin undir Varðanum.

Tróndur i Gøtu varð bygdur í Noregi, og Tróndur í Gøtu byrjaði sín fyrsta túr 19. januar 1987.

Byrjanin gjørdist tung. Bæði fiskiskapur og prísur sviku frá byrjan, so fyrstu árini vóru sera avbjóðandi og persónligi váðin var stórur.

Stór vælvild, ábygdarkensla og vilji frá eigarum og starvsfólkum bjargaði tó felagnum og fyrst í 1990-unum broyttist gongdin til tað betra.

Varðin keypti síðani eitt eldri uppsjóvarskip, sum hevði navnið Finnur Fríði, og fyrst í hesi øldini varð sáttmálið undirskrivaður um eitt nýtt og framkomið uppsjóvarskip, sum bleiv bygt á Langsten skipasmiðjuni í Noregi. Hetta skipið kom til Føroyar beint fyri jól í 2003, og skuldi avloysa gamla Finn Fríða.

Seinni undirskrivaði Varðin sáttmála við Karstensens skipasmiðjuna í Skagen um at byggja eitt nýtt og framkomið uppsjóvarskip, sum skuldi avloysa Trónd í Gøtu, sum nú hevði tænt fyri seg.

Hetta skipið kom í føroyska flotan í mars í 2010, og var líka fram til 2021 tá ið núverandi Christian í Grótinum kom á Klaksvík fyri fyrstuferð í mars mánaða 2021, nýggjasta uppsjóvarskipið, sum vit høvdu í føroyska flotanum.

Ætlanin var at selja gamla Finn Fríða
Sum kunnugt bleiv Tróndur í Gøtu seldur til Noreg í mai mánaða, men tað var ongantíð ætlanin at selja hetta skipið.

Gamli Finnur Fríði, sum nýbygningurin skuldi avloysa, varð settur á sølulista, og reiðaríið fekk nakrar fyrispurningar uppá skipið, men tíðliga í ár, fekk reiðaríið eitt gott boð uppá Trónd í Gøtu, og valdi at selja skipið av landinum og tí manglaði Varðin eitt skip at fiska kvoturnar hjá hesum skipinum.

Tí var tað natúrligt at Finnur Fríði, sum bleiv verandi í flotanum, fekk navnið Tróndur í Gøtu, og fór at fiska kvoturnar hjá skipinum, sum varð selt av landinum.

Av tí at Tróndur í Gøtu bleiv seldur, hevur reiðaríið ætlanir um at fara í gongd við at byggja eitt nýtt uppsjóvarskip fyri hetta skipið, men enn er tað ikki komið á mál, av tí at man valdi at leggja orkuna í nýggja Finn Fríða, sum var í ger. 

Stór mótøka fyri nýggja Finn Fríða
Nýggi Finnur Fríði loysir fyrsta dagin úr Skagen, og setur kós móti Føroyum fyri fyrstu fer, og í hesum sambandi skipar reiðaríið fyri stórari mótøku, sum eftir ætlan skal vera í Gøtu, har skip og reiðarí hava heimstað.

Enn er tó óvist um tað verður leygardagin ella um tað verður sunnudagin, at nýggja flaggskipið í føroyska flotanum verður í Føroyum.

Les eisini: Nýggjur Finnur Fríði bílagdur

Les eisini: Video: Skrokkurin av Finni Fríða sjósettur í Póllandi

Les eisini: Nýbygging: Fjórða skipið við navninum Finnur Fríði

Les eisini: Video: Nýggi Finnur Fríði sleipaður til Skagen



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder