2022-10-04 21:46
Uppsjóvarskipini Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Gøtunes hava øll fiskað makrel í norskum sjógvi, sum verður landaður til Varðan Pelagic.
Finnur Fríði hevði 500 tons av makreli við til lands, Tróndur í Gøtu hevði 400 tons og Gøtunes hevði 540 tons av makreli.
Øll trý skipini hava fiskað í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Skipini fara aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald