Innanlands

Fleiri makrellandingar í Fuglafirði

Borgarin landaði í gjár til Pelagos. Beint eftir kom Katrin Jóhanna eisini við eini makrellast

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Katrin Jóhanna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-09 10:55 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hjá Pelagos í Fuglafirði er gongd veruliga komin í aftur, eftir at uppsjóvarskipini eru farin á makrelveiðu.

Borgarin landaði í gjár umleið 350 tons av makreli til Pelagos. Upplýst verður at talan var um góða stødd, sum lá um 600 gramm í miðal.

Borgarin hevur verið á makrelveiðu í føroyskum sjógvi, og fór aftur til fiskiskap seint í gjárkvøldið.

Tá ið Borgarin hevði landað átti Katrin Jóhanna tørn.

Katrin Jóhanna hevði umleið 240 tons, og støddin var umleið 630 gramm í miðal.

Eins og Borgarin, so hevði Katrin Jóhanna eisini verið á mkrelveiðu í føroyskum sjógvi. Ein partur av lastini bleiv koyrdur frá Fuglafirði til Miðvágs, har Snarfrost skuldi virka tann partin.

Katrin Jóhanna fór aftur á makrelveiðu í nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder