Innanlands

Fleiri makrellandingar í Kollafirði

Uppsjóvarskipið Borgarin landar feskan makrel, meðan Polar Princess úr Grønlandi júst hevur landað frystan makrel í Kollafirði

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

2020-09-01 18:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Borgarin kom í morgun á Kollafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið á makrelveiðu norðanfyri, og hava umleið 700 tons, sum teir landa til Faroe Pelagic.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu.

Grønlendski trolarin Polar Princess hevur júst landað umleið 1000 tons av frystum makreli, sum teir hava fiskað í altjóðasjógvi norðanfyri Føroyar.

Teir loystu tíðliga í morgun, og eru nú ávegis aftur á makrelfeltið í altjóðasjógvi.

Aftaná Polar Princess, kom Polar Amaroq á Kollafjørð við 540 tonsum, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar. 

Polar Amaroq skal byrja at landa í morgin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder