Innanlands

Fleiri uppsjóvarskip landa veiðuna í Fuglafirði

Seinastu dagarnar eru fleiri uppsjóvarskip komin á Fuglafjørð at landa veiðuna

Savnsmynd: Vónin

Savnsmynd: Vónin

2023-03-20 21:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Írsku skipini Father Mckee og Brendelen, hava landað tilsamans 2600 tons av havgølti.

Skipini hava fiskað í írskum sjógvi, og fóru aftur til fiskiskap tá ið liðugt varð at landa.

Síðan kom Christian í Grótinum á Fuglafjørð við 2800 tonsum av svartkjafti, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.

Aftaná Christian í Grótinum kom Finnur Fríði á Fuglafjørð við 1800 tonsum av svartkjafti, sum somuleiðis er fiskaður í føroyskum sjógvi.

Seinni skal uppsjóvarskipið Quantus frá Skotlandi landa 1500 tons av svartkjafti, sum er fiskaður í bretskum sjógvi.

Hjá Havsbrún verður veiðan framleidd til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder