Innanlands

Fleiri vilja keypa Sjúrðarberg

JFK ætlar møguliga at selja, sum úrslit av nýggju fiskivinnulógini

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

2018-07-20 11:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

JFK umhugsar at selja flakatrolaran Sjúrðarberg, og fleiri eru, sum eru áhugaði at keypa trolaran. Orsøkin til at ætlanir eru um at selja Sjúrðarberg er, at nýggja fiskivinnulógin ger at einki grundarlag er hjá reiðarínum at hava tveir trolarar. Tað sigur Hanus Hansen, reiðari, við Kringvarpið.

Hanus Hansen sigur, at nýggja fiskivinnulógin við uppboðssølu og menningarkvotum hevur gjørt, at reiðaríið hugsar um at selja. Eisini er kvotan í Barentshavinum minkað.

Áhugi er úr Russlandi at keypa, men eingin sáttmáli er gjørdur, og eingin av manningini er uppsagdur sigur Hanus Hansen, reiðari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder