Innanlands

Flemish Cap var ein góð uppliving

- Hetta er fyrstu ferð, eg havi verið á Flemish Cap, og tað var ein góð uppliving, sigur Helmar Lassen, skipari á nýggja Jákup B

Helmar Lassen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Helmar Lassen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-02-14 22:40 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Hetta er fyrstu ferð, eg havi verið á Flemish Cap, og tað var ein góð uppliving, hóast eg onki havi at samanbera hana við. Einaferð vóru vit ávegis við gamla Jákupi B, men fingu maskinskaða og komu tí tíverri ikki yvir, sigur Helmar Lassen, skipari, á Jákupi B.

Nýggi Jákup B er undanfarni Klakkur, og varð yvirtikið í desember m+anað.

- Skipið royndist væl, fiskiskapurin og hagreiðingin umborð gekk væl. Gott var at hava tveir garvaðar frá Klakki við, sum hava siglt við skipinum í fleiri ár. So, sum heild, haldi eg, tað hevur gingist væl. So avgerðin at fáa okkum eitt frystiskip, kenst røtt og spennandi enn, eisini tí, gamla skipið hevði tænt fyri seg, sigur hann.

- Vit royndu mest millum 200 og 270 favnar, og tað var mest stórur og góður toskur, vit fingu. Vit lógu mest í vestara kanti á bankanum. Vit hava 250 tons, sum verða løgd upp her í Klaksvík, og tá eru nøkur tons við, sum vit fiskaðu undir Føroyum, áðrenn vit fóru á Flemish Cap. Næsta túr fara vit óivað til Íslands at royna, sigur Helmar Lassen.

Les eisini: Komin aftur av Flemish Cap: Fýra skip landa í Kollafirði

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder