Innanlands

Føroyar og Russland gjørt avtalu um fiskiskap fyri 2021

Millum annað hækka botnfiskakvoturnar í russiskum sjógvi við 2.200 tonsum í 2021, meðan rækjukvotan verður 4.000 tons ímóti 4.500 tonsum í ár

Arctic Viking (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Arctic Viking (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-12-03 18:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyar og Russland skrivaðu í dag undir fiskiveiðiavtalu fyri 2021. Samráðingarnar vórðu hildnar umvegis talgilt samskifti 1. og 2. desember.

Samráðingarnar vóru merktar av einum ynski frá Føroyum um hækkingar í botnfiskakvotunum, grundað á, at Russland og Noreg hava avgjørt, at heildarkvoturnar av toski og hýsu í Barentshavinum hækka munandi í 2021 og einum ynski hjá Russlandi um broytingar í uppsjóvarkvotunum.

Føroysku botnfiskakvoturnar í russiskum sjógvi hækka við 2.200 tonsum í 2021, meðan rækjukvotan verður 4.000 tons ímóti 4.500 tonsum í ár. Føroyska toskakvotan verður 17.690 tons ímóti 15.690 tonsum í ár, og hýsukvotan verður 1.769 tons ímóti 1.569 tonsum í ár. Kvotan av flatfiski verður óbroytt 900 tons.

Russiska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi verður óbroytt 82.000 tons. Makrelkvotan hækkar við 2.000 tonsum til 14.500 tons og sildakvotan við 1.445 tonsum til 10.000 tons.

Eftirlitsmyndugleikarnir hjá Føroyum og Russlandi hava í 2020 hildið fram at gera eina skipan millum londini um talgildar veiðifráboðanir. Arbeiðið er nú komið har til, at farið verður undir at royndarkoyra skipanina umborð á skipum hjá báðum pørtum. Ætlandi verður ein avtala undirskrivað millum londini komandi ár. Ein skipan við talgildum veiðifráboðanum fer at lætta um samskiftið millum eftirlitsmyndugleikarnar og millum skip og myndugleikar. Føroyar hava framman undan slíkar avtalur við Noreg og við Ísland; avtalan við Russland fylgir sama leisti.

Onnur mál viðvíkjandi eftirlitsstøðum hjá føroyskum skipum í russiskum sjógvi og royndarveiðu vórðu umrødd, men ongar formligar broytingar vóru gjørdar hesum viðvíkjandi.

placeholder
placeholder