2019-02-23 17:42
Farmaskipið Frio Petropavlovsk, sum bar við land í Runavík seinnapartin, hevur nú lagt at.
Tað upplýsir Runavíkar Havn.
Skipið rendi á við nýggju havnarútbyggingina við síðuna av kajini, tá tað skuldi leggja at.
Orsøkin til, at skipið bar við land var, at tað fekk ikki bakkað, men tað var ikki nakar ógvusligur stoytur, og hevði sum so einki uppá seg, verður sagt av Runavíkar Havn.
Væntað verður ikki, at skipið fekk nakran stóran skaða, men kavarar hava tó ikki verið og kannað tað.
Dagførd klokkan 18.09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald