Sjóvinnustýrið hevur aftur í ár kosið ársins skip í føroysku skipaskrásetingini, FAS.
Á fyrsta plássi og ársins skip er farmaskipið M/V Fure Ferder, sum hevur heimstað í Nólsoy. Á øðrum plássi er M/V Furevik meðan fýra skip deilast um triðja plássið.
Tey vóru M/V Svitzer Gaia, M/V Bob, M/V Boss og M/V Freja.
Hetta er eitt “heiðursmerki” til skip undir føroyskum flaggi, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári.
Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg. Krøvini frá myndugleikum, farmsendara, eigara og havnaeftirliti eru ómetaliga høg fyri farmaskip.
Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum, og gevur hetta afturljóð á tann hátt, at flaggið fær eina góða plasering á hvíta lista hjá Paris MoU. Hetta hevur alt at siga fyri marknaðarføringina av FAS-skipanini, sum kanningar hava víst hevur eitt jaligt fíggjarligt árin á føroyska samfelagið, sigur Sjóvinnustýrið.
Hetta er sættu ferð Sjóvinnustýrið kjósar ársins skip. Vinnarar undanfarin ár hava verið Fure Nord í 2017 og 2016, Northern Ocean í 2015, Norrøna í 2014 og Nordjarl í 2013.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald