2019-02-05 14:43
Fyrrverandi føroyska uppsjóvarskipið Sigmundur Brestirson, sum er bygt í 1975, er nú heimahoyrandi í Kili.
Sum skilst skal skipið brúkast til goymsluskip til laksafóður, og verksmiðjan umborð er umbygd, so arbeiðsfólkini kunnu búgva har.
Sigmundur Brestirson var, tá ið tað var bygt, einasta uppsjóvarskipið, sum hevði brúnna frammi í gron.
Tað var felagið P/f Vestmenningur við Joen Paula J. Lamhauge, sum lat skipið byggja í 1975. Síðan var Sigmundur Brestirson selt til Noregs í 1981, har tað fekk navnið Kirkholmen.
Seinni varð skipið selt til Kili, har tað fekk navnið Mar Austral.
Skipið er í dag skrásett í býnum Valparaiso.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald