Grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq, kom um vikuskiftið inn á Eskifjørð á Eysturlandinum við 700 tonsum av frystari lodnu. Hetta var fyrsta lodnulastin, ið er landað í Íslandi í trý ár, skrivar Ríkusútvarpið.
Polar Amaroq hevur loyvi at fiska eftir lodnu í íslendskum sjógvi sambært fiskiveiðuavtaluni millum Ísland og Grønland. Lodnan varð veidd í vánaligum veðri eystan fyri Ísland, skrivar ruv.is. Skipari á Polar Amaroq er Sigurður Grétar Guðmundsson.
Eftir at lastin var landað, fór grønlendska skipið beinleiðis á lodnufiskiskap aftur, og longu mánadagin høvdu tey fingið 300 tons. Veiðan verður fryst umborð.
Ongin lodnufiskiskapur hevur verið seinastu árini. Fíggjarligi missurin varð bøttur av, at fitt av makreli hevur verið at fingið í íslendskum sjógvi ístaðin. Makrelur er nýtt fiskaslag í íslendskum sjógvi, skrivar ruv.is.
(Savnsmynd: Kiran Jóhannesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald