- Hesin báturin, sum er 26,8 metrar langur og 7 metrar breiður, kemur í flotan fyri tann gamla, sum er 15 metrar langur og 4,6 metrar breiður – og sum hevur roynst okkum væl. Nú vit fáa ein væl størri bát, vóna vit, at útróðrarlívið verður bæði liviligari og lættari.
Tað siga feðgarnir Pétur og Pétur Pétursson, frá Ólafsvík í Íslandi.
Teir liggja á Havnini við nýbygda glastrevjabátinum Bárður, sum er bygdur hjá Bredgaards Boats í Rødbyhavn í Danmark. Hetta er størsti glastrevjabátur, Bredgaards Boats hevur bygt og samstundis størsti glastrevjabátur í Íslandi.
- Bárður er bygdur til garna- og snurriváðsveiðu. Vit royna vanliga við gørnum eftir toski frá januar til juni og við snurriváð frá juli til desember. Meginparturin av veiðuni er toskur og so fáa vit eitt sindur av hýsu og upsa. Ein túrur hjá okkum liggur vanliga millum 10 og 14 tímar, so vit kalla tað útróður. Tað er hart arbeiði, men so hevur inntøklan eisini verið góð, siga teir.
-Fiskiskapurin hevur gingið væl í ár. Frá januar til juli fiskaðu vit 1700 tons, og tá var fiskurin blóðgaður, men ikki kruvdur. Tað er umleið 1400 tons av kruvdum fiski og 90 prosent var toskur.
- Vit eru spentir at sleppa til fiskiskap við hesum bátinum, sum er væl útgjørdur. Okkurt smávegis skal gerast afturat, so sum at seta krapísmaskinuna í og rigga bátin til. Vit vóna, at sleppa til fiskiskap umleið hálvan desember, siga Pétur og Pétur.
Bárður hevur ein 911 hestar MAN motor og tveir John Deere ljósmotorar á 89 KW. Báturin tekur 230 kør í lastina, sum er umleið 45 tons av fiski. 5-6 mans verða við.
Tað er reiðaríið Bárður SH í Ólafsvík, við Pétur Pétursson, sum eigur bátin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald