Pelagiski trolarin, Kartin Jóhanna, hevur verið á sildaveiðu í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar.
Teir hava góð 700 tons inni og eru lidnir við kvoturnar. Teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Tá teir eru lidnir at landa verður skipið vaska og so verður jólaferia.
Á heimleiðini høvdu teir jólaløtuna. Dunna við ymiskum góðum afturvið var á matskránni. Aftaná varð jólaevangeliið lisið og Gleðilig jól sungin. So vóru jólapakkarnir frá sjómanskvinnuringunum býttir út.
Manningin hevur sent Sjómansmissiónini eina heilsan við myndum.
Manningin fegnast um pakkarnar og takka hjartaliga fyri teir. Teir skrivað eisini, at sjómanskvinnuringarnir og Sjómansmissiónin ger eitt stórt arbeiði, sum stimbrar og gleðir sjófólkið.
Sjómansmissiónin takkar fyri heilsanina, og ynskir teimum og sjófólkið okkara Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald