Føroyska Sjómansmissiónin hevur fingið heilsan frá Arctic Voyager.
Teir hava roynt eftir sild í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar. Teir hava 500 tons, sum var tað síðsta av kvotuni og skulu landa til Pelagos í Fuglafirði í nátt.
- Vit hava havt jólahald umborð. Á matskránni var dunnu við ymiskum góðum afturvið. Síðani var drekka við rísalamang. Hæddarpunktið var, tá vit pakkaðu jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum upp. Vit takka fyri pakkarnar. Vit lósu jólaevangeliið og sungu tríggjar jólasálmar. Sigast skal, at manningin dámar sera væl at syngja, verður skrivað í heilsanini til Sjómanstrúboðaran.
Skipari er Tórhallur Randrup úr Hvalba.
Arctic Voyager (Mynd: Torleif Johannesen / Sjómansmissiónin)
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald