
Sands kommuna: Bæði í dag og í gjár hava útróðrarbátar á Sandi, sum fiska við snellu, havt rættiliga góðan útróður, og í kvøld stóðu heili 27 kør á bryggjuni - øll full við stórum og góðum toski.
Veðrið hevur verið gott hesar seinastu dagarnar, og snelluútróðurin hevur roynst væl, harav onkur bátur við tveimum monnum hevur fingið heilt upp í stívliga 4.000 pund.
Í flestu bátum er ein maður, og eitt nú hevði eitt 10-mannafar í dag við einum manni eini 1500 pund av toski, sum er ein góður útróðrardagur, nú fiskaprísurin er so góður.
Flestu bátar, sum royna við snellu, eru glastrevjabátar, men millum útróðrarbátarnar er eisini stálbygdi báturin, Jóhannes, sum er nakað størri enn hinir.
Í dag og í gjár høvdu teir á Jóhannesi eini 8000 pund tilsamans, og tað er rættiliga góður snelluútróður. So spennandi verður, hvussu næstu dagarnir fara at roynast.
Onkur, sum var ein túr eftir bryggjuni seint í dag, helt fyri, at tað mundi vera nokso langt síðan, at so nógv kør við toski høvdu staðið á bryggjuni á Sandi í senn.
Hugaligu myndirnar, sum her eru viðheftar, eru tiknar á Sandi seinnapartin í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald