Finnur Fríði hevur fingið navnið Tróndur í Gøtu, eftir at samtakið Varðin seldi undanfarna Trónd í Gøtu til Noregs.
Tað var felagið Krossbrekka, sum er eitt dótturfelag hjá Varðanum, sum átti Finn Fríða.
Hetta felagið byggir í løtuni eitt nýtt uppsjóvarskip, sum skal hava navnið Finnur Fríði, og tað er í hesum sambandi at Varðin hevur broytt navnið á gamla Finn Fríða til Trónd í Gøtu, og skrásett skipið í felagnum P/f Hvamm, sum samtakið eisini eigur.
Ætlanin var tó ongantíð at selja Trónd í Gøtu, men heldur at sleppa av við Finn Fríða, av tí at hetta skipið er bygt í 2003, meðan undanfarni Tróndur í Gøtu er bygdur í 2010, men Varðin fekk eitt somikið áhugavert boð uppá skipið, at tað valdi at taka av.
Undanfarni Tróndur í Gøtu heuur fingið navnið Gardar, og heimstað í Bergen.
Í løtuni verður arbeitt við at skifta lit, navn og búmerkir á skipinum, sum hóska seg til nýggju eigararnar.
Tróndur í Gøtu varð seldur av landinum fyri 200 mio krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald