Innanlands

Frystitrolarin hjá Varðanum skal eita Dunga Jákup

Eftir ætlan verður skrokkurin sleipaður til Føroya í desember og skipið skal vera liðugt á sumri 2026

(Mynd: Varðin)

(Mynd: Varðin)

2025-10-06 15:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Varðin letur nýggjan frystitrolara byggja á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í Póllandi.

Sambært reiðarínum gongur eftir ætlan at byggja frystitrolaran, sum verður uppkallað eftir einum av stovnaranum av Varðanum, Jákup Jacobsen, sála. Skipið fer at eita Dunga Jákup.

Skokkurin verður eftir ætlan sleipaður til Føroya í desember mánaði. Á Skála verður skipið útgjørt. Væntandi verður skipið liðugt bygt á sumri 2026.

Dunga Jákup verður góðar 44 metrar langt og slakar 12 metrar breitt. Nú eru allar stáleindirnar komnar saman og formurin á skrokkinum sæst.

Skipið verður bygt fyri Rankan, sum Varðin seldi til Sandavágs fyri jól 2023.

Les eisini: Gongur framá við nýggja trolaranum hjá Varðanum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder