2022-08-10 19:36
Uppsjóvarskipið Gøtunes skal landa umleið 2900 tons av makreli til Havsbrún í Fuglafirði.
Gøtunes hevur eins og hini skipini verið á makrelveiðu norðanfyri í altjóð sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Hjá Havsbrún fer makrelurin til ídnað.
Gøtunes sleppur framat í morgin, og tá ið liðugt er at landa, fer Gøtunes aftur á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald