Innanlands

Gøtunes skal landa sild á Tvøroyri

Gøtunes er komin inn við 1300 tonsum av sild

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2021-02-10 08:40 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes kom í nátt á Tvøroyri, har teir skulu landa.

Gøtunes hevur fiskað sild norðanfyri í altjóa sjógvi, og skal landa 1300 tons av góðari sild til Varðan Pelagic.

Um farið verður aftur á sild tá ið liðugt er at landa, er ikki avgjørt enn.

Norska uppsjóvarskipið Svanaug Elise hevur júst landað 400 tons av lodnu, sum er fiskað í íslendskum sjógvi.

Teir landaðu veiðuna til Varðan Pelagic, og er hetta seinna lodnulastin, sum er landa hjá teimum til Varðan Pelagic. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder