Innanlands

Granskarar frá Fiskaaling á ráðstevnu um reinsifisk

Sandra Ljósá Østerø og Kirstin Eliasen frá Fiskaaling luttóku í vikuni á ráðstevnu um reinsifisk í Stord í Norra

(Mynd: Fiskaaling)

(Mynd: Fiskaaling)

2023-06-09 22:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrr í vikuni luttóku Sandra Ljósá Østerø og Kirstin Eliasen frá Fiskaaling á ráðstevnu um reinsifisk í Stord í Norra. Hetta er ein árlig ráðstevna fyri øll, ið nýta og arbeiða við reinsifiskum.

Reinsifiskur er eitt felags heiti fyri ymisk fiskasløg, ið eta lús av fiski. Í Føroyum nýta vit einans rognkelsi sum reinsifisk.

Ráðstevnan byrjaði við framløgum frá veterina granskingarstovninum og veterinera myndugleikanum í Norra. Veterinærinstituttet legði árligu fiskaheilsufrágreiðingina fram, sum lýsir árið, ið fór í mun til fiskaheilsu og sjúkur. Mattilsynet legði fram um trupulleikarnar, ið eru við vælferð hjá reinsifiski, og hvat ið krevst, fyri at halda áfram við at nýta reinsifiskar. Síðani vóru fleiri áhugaverdar framløgur frá vinnu og granskingarstovnum.

Umboð frá Fiskaaling vóru boðin við at halda framløgu um rognkelsistøðuna í Føroyum. Hetta er í sambandi við eina norska verkætlan, ið hevur til endamáls at deila vitan um reinsifisk millum norðanlond.

Sandra Ljósá Østerø, granskari á Fiskaaling, hevði framløgu á ráðstevnuni, har ið hon greiddi frá teimum royndum vit hava við rognkelsum í Føroyum. Hon greiddi millum annað frá úrslitum frá rognkelsikanningum, sum Fiskaaling hevur gjørt á alibrúkum frá 2015-2020. Sandra greiddi frá hvussu vit byrjaðu at nýta rognkelsi í Føroyum, hvussu nógvar lús tey eta, hvussu umráðandi tað er at nýta tey rætt, og hvørjar høvuðsavbjóðingarnar eru við rognkelsum í Føroyum.

Umframt Fiskaaling vóru umboð frá Mowi og Bakkafrost við á ráðstevnuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder