Trolarin Grønanes, sum JFK í Klaksvík eigur, stendur í løtuni á bedingini hjá Mest í Havn.
Grønanes verður nú málaður svartur og hvítur, og fær nú eyðkendu litirnar hjá JFK samtakinum.
Grønanes er bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1986, og er systurskip til Vesturtúgvu og Safir.
Safir hevur heimstað í Klaksvík, og hoyrir eisini til JFK samtakið, meðan Vesturtúgva hoyrir heima í Sandavági. Tað er Háldan Gudmundsen, sum eigur Vesturtúgvu, sum ikki er í vinnu meira.
Hóast Grønanes nú skiftir litir, so er tað einki, sum týðir uppá at skipið skiftir heimstað frá Vestmanna til Klaksvík, har tað hevur havt heimstað øll árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald