2023-02-18 18:50
Grønlendsku skipini Polar Amaroq og Tasiilaq hava fiskað lodnu í íslendskum sjógvi.
Tasiilaq landaði fyrst umleið 1000 tons av lodnu til Pelagos. Tasiilaq hevur longu loyst og er farið aftur til fiskiskap.
Polar Amaroq, sum er systurskipið hjá Tasiilaq, hevur 1100 tons av lodnu, sum eisini verður landað til Pelagos.
Polar Amaroq fer eisini aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.Tasiilaq - Savnsmynd: Føroyska sjómansmissiónin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald