Uttanlands

Grønlendskur trolari landað í Kollafirði

Sisimiut hevur fiskað eina samlaða kvotu á 2000 tons

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-06-14 20:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Grønlendski trolarin Sisimiut kom á Havnina í dag.

Sisimiut kom fyrr í vikuni á Havnina, har onkur útgerð varð løgd upp hjá Vónini.

Eftir tað, varð kósin sett móti Kollafirði, har teir skuldu landa umleið 500 tons av toski, sum teir hava fiskað í Barentshavinum.

Tá ið teir vóru lidnir at landa, komu teir á Havnina, har Mest skal gera ymiskt smáarbeiðið umborð, sum teir so ofta hava gjørt fyrr.

Sisimiut fer aftur til fiskiskap í morgin, og tá fara teir til Eystur Grønlands at fiska svartkalva.

Akamalik hevur eisini ligið á Havnini fyrr í vikuni, teir hava verið í dokk í Frederikshavn, og komu á Havnina eftir útgerð, sum var løgd upp hjá Vónini áðrenn teir fóru í dokk.

Tað er grønlendska felagið Royal Greenland, sum eigur Sisimiut og Akamalik.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder