Gullak Madsen og reiðaríið Ruth byggja nýtt skip. Avtala er skrivað undir millum Reiðaríið Ruth A/S og Karstensens Skibsværft um nýtt uppsjóvarskip.
Nýggja Ruth verður útgjørd við øllum tí nýggjasta á økinum og verður góðar 89 metrar til longdar - tveir metrar longri enn gamla Ruth.
At undanfarna Ruth er gomul er í so nógv sagt. Skipið var bygt í 2016, og fyri nøkrum døgum síðani varð kunngjørt, at K. Halstensen í Noreg yvirtekur Ruth í februar 2020 meðan danska reiðaríið yvirtekur uppsjóvarskipið Slaatterøy frá 1997 at fiska við í eina tíð.
Og tað fer at ganga skjótt fyri seg. Karstensens Skibsværft boðar frá, at longu í juni 2021 verður nýggja Ruth latin reiðarínum.
Fakta um nýggju Ruth
Longd: 89,35 metrar
Breidd: 17 metrar
Dýpd: 9,60 metrar
Winch anlæg: Elektriske wincher
Sidepropellere Brunvoll, 2 x 950 kW
Nedsænkbar kombi-thruster Brunvoll, 1479 kW
RSW-anlæg: Johnson Controls, 2 x 1500 kW + 80 kW
Vakuum anlæg: 3 x 66 kW / 3 x 3200 l tank
Les eisini: Gullak selur Ruth
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald