Hálvan desember kom grønlandska havransóknarskipið Tarajoq á Hulk. Skipið skal liggja har, og samstundis verður okkurt smávegis arbeiði gjørt umborð, til skipið umleið hálvan januar, skal á sleipistøð í Danmark. Nøkur av manningini eru umborð, tí skipið skal ikki liggja mannleyst.
- Ja, vit eru nøkur av manningini sum búgva umborð. Vit koma eisini at halda jól umborð og tað verður okkara lutur hesaferð. Vit hugna okkum, so vit skulu nok fáa eini hugnalig jól umborð. Tað sigur kokkurin Andreas Mikaelsen.
- Vit hava prýtt jólatræðið og hava gjørt klárt til jólini. Vit ætla okkum í kirkju um jólini og so hava vit verið við til eina konsert í missiónshúsinum á Strondum, sigur hann.
- Føroyski sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, hevur vitjað umborð og vit hava fingið jólapakkar frá føroysku sjómanskvinnuringunum, sum vit pakka upp á jólum, sigur Andreas.
Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt eini gleðilig jól.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald