Innanlands

Hátíðardagur á Havstovuni

Fríggjadagin var hugnaløta á Havstovuni í sambandi við,a t 13 starvsfólk høvdu 40, 30 og 25 ára starvsdagar

(Mynd: Havstovan)

(Mynd: Havstovan)

2023-01-28 16:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin var hugnaløta, har 13 starvsfólk fingu heilsan, í sambandi við, at tey høvdu 40, 30 og 25 ára starvsdagar á Havstovuni og umborð á havrannróknarskipinum.

Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni bar heilsan fram til starvsfólkini, sum fingu blómutysi og gávu.

Í røðu hennara vísti hon m.a. á stóra týdningin av, at starvsfólk støðast leingi á einum granskingarstovni sum Havstovan, og takkaði hon teimum fyri drúgva tænastu, skrivar Havstovan.

Millum starvsfólkini, sum kundu hátíðarhalda rundan ella hálvrundan starvsdag, var Hanna Elina Djurhuus, skrivstovufólk, sum eftir 25 ár hevði sín seinasta arbeiðsdag fríggjadagin.

Fyrstu árini arbeiddi hon sum lívfrøðiligt hjálparfólk og seinni sum bókhaldari, og nú hon er komin í eftirlønaraldur, er hon givin á Havstovuni.

Tey 13 starvsfólkini eru:

40 ár: Bogi Hansen

30 ár: Eilif Gaard, Jan Arge Jacobsen, Regin Kristiansen, Marit Pedersen, og Rósing Lydersen

25 ár: Hanna Elina Djurhuus, Leon Smith, Petur Steingrund, Karin Margretha Húsgarð Larsen, Lise Helen Ofstad, Bjarni Mikkelsen, og Lis Larsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder