Innanlands

Hava keypt nýtt skip fyri Kamb

Pf M&S Strendur hevur keypt eitt norskt frystilínuskip, sum skal avloysa Kamb sum sakk í februar

Veststeinen kemur í føroyska flotan fyri Kamb, sum sakk fyrr í ár

Veststeinen kemur í føroyska flotan fyri Kamb, sum sakk fyrr í ár

2024-08-14 21:21 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partafelagið M&S Strendur hevur keypt norska frystilínuskipið Veststeinen, sum skal avloysa Kamb.

Talan er um eitt frystilínuskip, sum er bygt í Noregi í 1998, siga keldur, sum Portalurin hevur tosað við.

Veststeinen er knappar 47 metrar langt og 10 metrar breitt í mun til Kamb, sum var 45 metrar langt og 10,9 metrar breitt. Kambur varð eisini bygt í 1998.

Hvat skipið er keypt fyri vita vit ikki, og heldur ikki nær skipið kemur til Føroyar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder