Eigararnir í P/F Varðin Pelagic hava í dag stovnað eitt nýtt altjóða sølufelag. Høvuðsuppgávan verður at standa fyri sølu av fiski og fiskaúrdrátti, umframt marknaðarføring og logistikki.
Við støði í teimum drúgvu royndunum, sum eigararnir hava, er talan um eitt spennandi nýtt felag við góðum framtíðarútlitum, og einum týðandi leikluti í at nøkta vaksandi altjóða eftirspurningin eftir føroyskum fiskavørum.
Eigararnir síggja stórar møguleikar við einum sølufelag, sum selur eina breiða viftu av fiskavørum, samstundis sum ætlanir eru um útbyggingar – bæði á landi og sjógvi.
Í sambandi við, at sølufelagið er stovnað, verður søkt eftir einum stjóra, sum setur høg mál og ynskir at uppbyggja og menna felagið. Stjórin í nýggja sølufelagnum skal eisini vera við til at tryggja og styrkja støðuna hjá føroyskum fiskavørum á heimsmarknaðinum.
Eigararnir í Varðanum Pelagic eru P/F Varðin, P/F Delta Seafood, P/F Kimbil og P/F Bacalao.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald