Innanlands

Havi fingið jólapakka øll árini á sjónum

Ein góður pakki í mínari verð, er okkurt heimagjørt, so sum føroyskar hosur. Men ein góð bók er eisini góð, sigur Kjartan Larsen, skipari á Heyki

Kjartan Larsen, skipari, á Heyki (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Kjartan Larsen, skipari, á Heyki (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-12-04 21:55 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Eg havi fingið jólapakkar frá sjómanskvinnuringunum øll árini, eg havi siglt, síðani 1976. Men løgið er tað, at eg eingi jól havi verið burtur. Jólaløtan umborð er vanliga ein góð og stimbrandi løta við góðum mati, hugna, sangi og jólaevangeliinum. Síðan verða pakkarnir deildir út og latnir upp til stóra gleði fyri menninar.

Tað sigur Kjartan Larsen, skipari á Heyki, sum samtrolar við Falk.

- Ein góður pakki í mínari verð, er okkurt heimagjørt, so sum føroyskar hosur. Men ein góð bók er eisini góð; og er góðgæti eisini í, so gleðir tað. Vanliga verður góðgætið koyrt í eina skál, so allir umborð fáa av tí. Tá kunnu teir líkasum smakka pakkan eisini, sigur hann.

- Eg vóni, at sjófólkið framhaldandi fara at fáa jólapakkar, tí teir hava týdning. Undan jólum er nógv ress, tí fólk skal alt møguligt, og tí er skjótt at gloyma jólapakkarnar til sjófólkið. Eg vóni eisini, at nakrar sjómanskonur lata pakkar, so ikki alt hongur á sjómanskvinnnnuringunum, tí nógvar av teimum eru eldri.

Hjartans tøkk skulu øll tey hava, sum lata jólapakkar til sjófólkið, sigur Kjartan Larsen, skipari.

Heykur og Falkur landaðu týsdagin 360 kør av upsa til Faroe Origin í Runavík.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder