Uttanlands

Havstovan á Blue-Action fundi

Blue-Action er ein granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls betur at skilja sambandið millum veðurlagið í arktiskum øki og longri suðuri í Evropu

Mynd: Havstovan

Mynd: Havstovan

2018-12-11 20:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Blue-Action er ein granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls betur at skilja sambandið millum veðurlagið í arktiskum øki og longri suðuri í Evropu. Verkætlanin er stuðlað av Evropiska Horizon 2020 granskingargrunninum og er ein av fleiri verkætlanum, sum fíggja luttøku hjá Havstovuni í millumtjóða gransking.

Streymarnir, sum ferðast gjøgnum føroyskt havøki hava stóra ávirkan á veðurlagið, og tað tilfar, sum Havstovan hevur savnað um teir, er ein týðandi partur av Blue-Action; men Havstovan hevur eisini ábyrgdina av at samskipa allar tær mátingar, sum verða gjørdar í verkætlanini, og tryggja, at tær eru lætt atkomiligar hjá øllum luttakarunum eitt nú til at stuðla undir forsagnum um komandi broytingar í veðurlagi um okkara leiðir. Á regluliga ársfundinum hjá verkætlanini, 27-29. november, vórðu nýggj granskingarúrslit løgd fram, og umrøtt varð, hvussu tað gongur at náa teimum málum, sum sett eru, skrivar Havstovan.

Sum heild, hevur arbeiðið gingið væl, og tosað varð serliga um, hvussu vit tryggja, at tey ætlaðu úrslitini (“Deliverables”) fyri komandi ár verða gjørd til tíðina. Á myndini sæst Karin Margretha Húsgarð Larsen leggja fram ætlanina fyri tey úrslit, sum serliga eru bundin at mátingum í havinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder