Uttanlands

Heitari sjógvur gevur meira laksalús

- Hetta er stór avbjóðing fyri norska alivinnu, sum harvið ikki kann framleiða burðardygt

2021-08-16 09:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Veðurlagsbroytingarnar við meira óstøðugum veðurlagi og – serliga – eini upphiting av jarðarknøttinum á 1,5 hitastig innan 20 ár, kann fáa sera stóra ávirkan á alivinnuna.

Tað verður nú staðfest av norskum havserfrøðingum, sum hava hugt nærri í veðurlagsfrágreiðingina hjá ST, sum kom í farnu viku.

Norska Havforskningsinstituttet hevur gjørt egnar útrokningar fyri, hvørja ávirkan hetta fær á mongdina av laksalús.

Lúsamongdin kann tvífaldast
Útrokningarnar vísa, at um hitalagið í sjónum økist, til dømis úr 9 til 11 stig, verður mongdin av laksalús tvífaldað.

- Tá sjógvurin ornar, fer laksalúsin at trívast betri. Og tað merkir, at tað gerst nógv truplari hjá alivinnuni at kunna rekast burðardygt, sigur Anna Dagrun Sandvik, havfrøðingur, við NRK í dag.

Longu nú stendur illa til á Vestlandet. Í summar varð metnógv laksalús staðfest í økinum.

Sandvik greiðir frá, at burðardygg alivinna er tengd av, at laksalús ikki smittast í ov stóran mun frá alifiski til villan fisk.

- Trupulleikin við laksalús er, at hon er ein parasittur, snultari. Um tær eru ov nógvar í tali, gerast tær ein heilsutrupulleiki fyri fiskin, sum í ringasta føri kann doyggja.

Um sjógvurin ornar, so førir tað til, at laksalúsin verður at finna í norsku firðunum longu í mai mánaði, tá laksurin kemur oman úr áunum út á sjógv og smittar villlaksin tá.

Harvið ber ikki til at reka alivinnuan burðardygt, vísir havfrøðingurin á.

Norska stjórnin legði annars í summar fram eina ætlan um at fimmfalda framleiðsluna av alilaksi – innan fyri burðardyggar rammur.

Avbjóðing fyri vinnu og granskarar
Anna Dagrun Sandvik sigur við NRK, at hon enn trýr upp á, at tað ber til at fáa ein burðardyggan vøkstur í alivinnuna, men tað má gerast í tøttum samstarvi millum vinnuna, fyrisitingina og granskingina.

Odd Emil Ingebrigtsen, norski fiskimálaráðharrin sigur við NRK, at tað er av stórum týdningi fyri vinnuna, at tamarhald fæst á lúsatrupulleikanum, um vøksturin skal gerast burðardyggur.

- Longu nú hava vit upplivað, at vit máttu niðurleggja alibrúk, tí tey ikki megnaðu at halda seg til krøvini til laksalús. Hetta vísir bara hvussu stór avbjóðingin er, staðfestir fiskimálaráðharrin.

Áhugafelagsskapurin hjá alivinnuni, Sjømat Noreg, letur seg ikki ræða av nýggju útrokningunum hjá Havforskningsinstituttet.

- Vit vita frá fyrr av, at um sjógvurin gerst ov heitur, so styttist livitíðin hjá lýsnum, og tær doyggja lættari, sigur Øyvind André Haram, sum er samskiftisstjóri hjá Sjømat Noreg. Hann óttast ikki fyri framtíðini hjá vinnuni, men vísir eisini á týdningin av at samstarva við granskarar fyri at fáa bilbugt við lúsaavbjóðingini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder