- At fiskurin skuldi koma aftur á Føroyagrunnin, hava vit línumenn bíðað eftir í áravís.
- Nú er hann komin og tað er bæði fíggjarliga neyðugt og neyðugt fyri spenningin hjá línumonnunum.
Tað sigur Hans Petur Samuelsen, skipari á Váðasteini. Váðasteinur fór avstað í gjár við línu, eftir at hava roynt við gørnum eftir svartkalva síðstu tíðina.
- Eg sigldi í Grønlandi við stórum og góðum línuskipi, men umstøðurnar at fiska blivu skerpaðar. Tí varð tað ikki so spennandi sum eg hevði vónað. Samstundis gjørdist fiskiskapurin hjá línuflotanum undir Føroyum sera góður og spennandi.
- Tá eg so fekk í boðið at gerast skipari á Váðasteini, tók eg av, hóast avgerðin ikki var løtt, sigur Hans Petur Samuelsen.
Váðasteinur fór avstað í gjárkvøldið og við eru 14 mans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald