Uttanlands

Video: Hetlendskur nýbygningur verður sleipaður til Norra

Tað er norska fyritøkan Skipsteknisk, sum hevur sniðgivið nýggja og stásiliga uppsjóvarskipið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-02-12 19:44 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Hetlendski nýbygningurin Zephyr verður nú sigldur til Norra, har skipið skal gerast liðugt.

Talan er um eitt uppsjóvarskipið, sum verður 75,4 metrar langt og 15 metrar breitt.

Skipið skal avloysa eitt eldri uppsjóvarskip, við sama navnið, sum er sett á sølulista.

[object Object]

Eftir ætlan skal nýggja uppsjóvarskipið latast reiðarínum í summar, og er hetta eitt av fleiri nýggjum uppsjóvarskipum, sum hetlendingar hava latið byggja seinastu tíðina.

Nýggja skipið fer at lasta 2500 tons, og tað er norska skipasmiðjan Larsnes Mek Verksted, sum skal gera skipið liðugt. Skrokkurin er gjørdur í Pólandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder