- Vit meta hetta er rætta skipið til tann tørv vit hava. Vit koma at fiska okkara svartkjaftakvotu í føroyskum sjógvi og landa hana til ídna. Harafturat er ætlanin at fiska makrel, sild og lodnu, sum vit koma at hagreiða og frysta umborð.
Tað sigur Jónfríður Poulsen, skipari á Tasiilaq, sum er fyrrverandi Christian í Grótinum.
- Vit fara eftir ætlan á svartkjaftaveiðu í kvøld. 12 mans hoyra til skipið og so koma tveir við afturat fyrsta túrin, sum hava siglt við skipinum síðstu árini og sum kenna skipið. Vit eru spentir at fara avstað eftir at vit eru klárir og fólk frá Thetis hava gjørt koronakanning av manningini, sigur Jónfríður Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald